Siga frá VÍF-H71 í kvøld klokkan 20

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna


Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá FM-hálvfinaluni millum VÍF og H71 í Vestmanna. Dysturin byrjar klokkan 20 í kvøld

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá FM-hálvfinaluni millum VÍF og H71 í Vestmanna. Dysturin byrjar klokkan 20 í kvøld

Í kvøld verður søguligur dystur í høllini í Vestmanna. Tá verður tann fyrsta FM-hálvfinalan nakrantíð í manshondbólti.

 

Tað verða VÍF og H71 sum fara á vøllin. Spælt verður best av trimum dystum. Returdystur verður sunnudagin klokkan 16 í Hoyvíkshøllini. Ein møgulig triðja FM-hálvfinala verður spæld mikukvøldið.

 

Sjúrður H. Hoydal, trúgvur og drúgvur frásøgumaður hjá FM1 sigur sjálvandi eisini frá FM-hálvfinalunum.

 

Øll kunnu lurta eftir dystarfrásagnunum á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7.

 

Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.

 

Ljóðsamrøður koma út á in.fo tá dysturin í kvøld er liðugur.