Leita á in.fo

Sigfríður S. Clementsen trýr mest uppá Vìking av teimum føroysku liðunum, sum skulu kappast í teimum evropeisku kappingunum

Heri Simonsen 19.06.2017 (19:45)

Sigfríður trýr mest uppá Víking

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samanumtøkuna André Olsen og royndi venjarin, Sigfríður S. Clementsen høvdu í Rásarúminum um møguleikarnir hjá føroysku liðunum at vinna seg víðari í teimum evropeisku kappingunum. Samanumtøkan var gjørd seinastu løtuna av tí serligu Champions League/Europa League sendingini, sum var á Rás2 fyrr í dag.

 

Víkingur var fyrsta liðið, sum bleiv drigið í Champions League lutakastinum í ár. Mótstøðuliðið gjørdist meistaraliðið úr Kosovo KF Trepca 89.B36 skal spæla móti Nomme Kalju FC úr Estlandi. Fyrri dysturin er í Estlandi og seinni í Gundadali. NSÍ fær eina risa avbjóðing, tá teir skulu spæla móti hvítarussiska stórfelagnum Dinamo Minsk. Eins og hjá B36 spæla teir fyrra dystin á útivølli. KÍ skal spæla móti svenska liðnum AIK Stockholm.

 

Sigfríður S. Clementsen heldur, at Víkingur hevur tað liðið, sum er best brynjað til evropeiskan fótbólt. Sigfríður trýr ikki, at NSÍ hevur nakran nevniverdigan møguleika. Hann væntar KÍ fær tað torført, men hevur vónir um, at KÌ kann fáa ein javnleik á heimavølli. Sigfríður heldur ikki, at B36 er uttan møguleikar, men so má B36 bøta um serliga verjupartin.