Síggið holurnar millum Leynar og Kvívík

Holur í Føroyum – ella Caves in the Faroe Islands, eitur Facebookbólkur, har holur í Føroyum verða skrásettar.

 

Nakrir mans hava sett sær fyri at skráseta og máta upp holur í Føroyum. Videoin omanfyri vísir eina slíka rannsóknarferð í holum millum Leynar og Kvívík á Streymoynni.

 

Tað eru skrásettar yvir 400 holur í Føroyum. Talan eru holur á sjónum og holur á landi. Magni Laksafoss ger skrásetingarnar á sjónum við einum serútgjørdum báti við sera nógvum ljósi og mátiútgerð. Allar skrásetingarnar finnast á Facebook síðuni »Holur í Føroyum – Caves in the Faroe Islands«. Hyggið eftir filminum við at trýsta á pílin á myndini og síggi Berg Mikladal og Jens Mortan Rasmussen rógva 250 metrar gjøgnum 380 metra longu holuna og koma út aftur úr holuni undir innkoyringini til Kvívík.