fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 14.7m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 08.07.2017 (11:33)

Siglingararvurin liggur á Bursatanga seinnapartin

Í løtuni eru føroysku træseglskipini á veg av Sandi til Havnar sum partur av Føroya Regatta. Tey loystu á Sandi klokkan 10 í morgun og móttøka verður á Havnini klokkan 14. 

 

- Tað er nakað heilt serligt, tá Felagið Føroysk Træseglskip skipar fyri stóru regattasiglingini. Sjómentanin hevur tað gott í Føroyum. Vit fegnast øll um hetta felag, sum á so einastandandi hátt megnar at liva upp til sítt endamál, at varðveita mentanarsøgulig skip og hava tey siglandi, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.

 

Meðan regattaflotin liggur við bryggju á Bursatanga, kunnu fólk vitja skipini og síggja, hvussu lívið var umborð í gomlum døgum. Eisini verður skipað fyri skattajakt fyri børnunum.

 

- Fyri okkum sum siglandi tjóð hevur virðingin fyri góðum sjómansskapi alt at siga, og tað hevur sjálvandi stóran týdning fyri okkum at kunna bera hesar dygdir og hesi virði víðari til yngri ættarlið. Stuttligt og lærurríkt er eisini, at ferðafólk kunnu sigla við á øllum teinunum, sigur Annika Olsen.

 

Klokkan 16 fer regattaflotin av Havnini aftur og norður til Leirvíkar.

 

Filmsbrotið ovast tók Ísak Z. Laksáfoss, tá skipini fóru av Havnini suður til Sands seinnapartin í gjár.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her