Sigurd Hentze fer at byggja sjey raðhús í Skopun

Sólargangurin er góður, og útsýnið oman móti Norðara vatni verður framúr. Prísuppskotið fyri hvørt raðhúsið verður 2,5 milliónir krónur.

Gongst, sum Sigurd Hentze, ið stendur aftan fyri Sp/f T34, ætlar, standa sjey raðhús uppi í Skopun áðrenn langt um líður.

 

- Í næstum verður farið undir at byggja sjey raðhús í náttúruvøkrum umhvørvi. Talan er um bygging á matr. nr. 502b, Skopun.

 

Soleiðis sigur Skyn í einari fráboðan, sum byggiharrin aftan fyri verkætlanina, Sigurd Hentze, í dag hevur deilt á sínum Facebook-vanga.

 

Sigurd Hentze eigur framman undan fyritøkuna, Gólvfix, sum fæst við sveisivinyl, trægólv og ymiskt annað virksemi.

 

Um verkætlanina við raðhúsunum verður sagt, at ætlanin er, at nøkur av húsunum skulu seljast, og síðan verða eftir ætlan trý av raðhúsunum leigubústaðir.

 

- Tískil er talan um eina blandaða samanseting av bæði eigara-og leigubústøðum. 

 

Um húsini annars verður sagt, at byggiloysnin er ein timburkonstruktión, og bygt verður sambært BK-17, sum er nýggja byggireglugerðin. 

 

- Talan er um timburraðhús á umleið 80 fermetrar brutto, og terassa verður framman fyri raðhúsini - oman móti Norðara vatni. 

 

Lagt verður aftrat, at raðhúsini verða innrættað við duri, gongd, trimum kømrum, baðirúmi, køki og stovu í einum - við atgongd út á terassu.

 

Eisini verður goymslurúm. 

 

- Sólargangurin er góður, og útsýnið oman móti Norðara vatni verður framúr. Parkeringsviðurskiftini framman fyri raðhúsini eru góð.

 

Lagt verður aftrat, at húsini verða hitað við hitapumpu, og eisini verður ventilatión, og prísuppskotið fyri hvørt raðhúsið verður 2,5 milliónir krónur.

 

##med2##

 

##med3##