fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 14.4m/s

Leita á in.fo

Høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur, Pauli Poulsen kundi fegnast um bert annan sigurin í Betrideildini hetta kappingarárið, tá 07 Vestur á heimavølli vann 1-0 á AB

Heri Simonsen 12.08.2018 (19:10)

Sigursmálið og venjarin hjá 07 Vestur (FM1)

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá frásøgumaðurin hjá FM1, Tróndur Arge segði frá sigursmálinum Sonny Jacobsen skoraði fyri 07 Vestur ímóti AB, tá 75 minuttir vóru farnir av botnuppgerðini á Dungasandi í Sørvági.


2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Paula Poulsen aftaná dystin. 

 

Pauli Poulsen er glaður og lættur um bert annan sigurin í ár. Pauli Poulsen staðfestir, at sigurin gevur 07 Vestur møguleikan at vinna seg uppum AB, ið er fyrsti málsetningurin.

 

Pauli Poulsen heldur, at liðið hjá 07 Vestur eigur nóg mikið í sær, at teir kunnu bjarga sær í Betrideildini við góðum avrikum seinasta triðingin av kappingini: - sum vit spæla í dag hava vit møguleikan at fáa fleiri stig, heldur Pauli Poulsen. 

 

Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við roynda miðvallaran hjá AB, Bárður Olsen hoyrist HER


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her