fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.3m/s

Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 18.05.2017 (20:33)

Silda- og svartkjaftakanningar lidnar

Magnus Heinason kom mánadagin aftur av silda- og svartkjaftakanningum norðan fyri Føroyar. Nakað minni av norðhavssild var skrásett enn síðstu trý árini. Tað var serliga í syðra parti av kanningarøkinum og eystur móti markinum, at minni var at síggja í ár. Hinvegin var nakað meira av svartkjafti skrásett. Tó skal viðmerkjast, at kanningarøkið broytist frá ári til árs, so úrslitini kunnu ikki beinleiðis sammetast millum ár. Ein meting av øllum sildastovninum verður gjørd seinni í summar, tá úrslitini frá øllum skipunum verða tøk.

 

Sum undanfarnu árini er sildin sum heild stór, men í ár var eisini smærri sild fingin á nøkrum støðum. Mestsum onki av ársgomlum svartkjafti var at síggja – hetta er í samsvar við svartkjaftakanningarnar sunnanfyri í apríl mánaði.

 

Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning, sum ICES samskipar, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi, Danmark og Russlandi. Hini skipini eru framvegis í gongd við at kanna havøkini norðan fyri okkum.

 

Les túrfrágreiðingina her.

 

 

Kelda; hav.fo 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her