Siloakórið hevur konsert mikukvøldið

Konsertin verður í Siloa mikukvøldið klokkan 20

Sum undanfarnu mongu árini býður Siloakórið í Fuglafirði til konsert, nú áðrenn farið verður í summarfrí.

 

Kórið, ið er knýtt at samkomuni í Siloa, hevur mong ár á baki og hevur sínar regluligu venjingar eina ferð um vikuna.

 

Konsertin verður í Siloa nú mikukvøldið, tann 17. mai kl. 20. Á skránni eru sangirnir, tey hava vant ígjøgnum veturin, saman við góðum gomlum – fyri tað mesta sangir, ið tónleikaliga eru í tí lættara endanum – teir flestu við undirspæli.

 

Eisini eru fleiri solistar, ið syngja saman við kórinum. Kórleiðari er Eyðun á Lakjuni.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin, og aftan á konsertina verður ein drekkamuður at fáa.