Leita á in.fo

Harriet Olafsdóttir 11.08.2017 (18:30)

Silvaland - Her finnur tú skránna

Hóast Silvaland ikki er ein partur av skránni, so er tað framvegis ein partur av Summar festivalinum, í samstarv við Norðoya Sparikassa. Øll skulu hava armband fyri at sleppa inn, men tó skrivar Norðoya Sparikassi í viðmerking á síni facebook síðu, at vaksin kunnu sleppa inn í Silvaland við at keypa sær barnapass. 

 

Silvaland er inni í ávikavist KÍ-høllini og Badmintonhøllini, har børn og vaksin verða boðin inn til hugna, spæl og góða samveru. 

Á skránni er millum annað hoppiborgir, stórir bóltar, andlitsmáling, sansirúm, teknistova, framførslur, tónleikur, klovnarí og skemt. 

 

Eisini er skipað spælipláss, súkklubreyt og hestaríðing við høvuðsinngongdin til Badmintonhøllina. 

Silvaland verður eisini kallað Føroya størsta spæliland, so børnini nýtast ikki at keða seg á summar festivalinum. 

 

Á skránni nú kl 19.00 eru føroysk spøl og barnadansur, meðan seinast á skránni í kvøld kl 19.45 er felagssangur og góðanátt. 

 

Tó opnar Silvaland aftur í morgin og er fyrsta tiltakið á skránni kl 14.00, tá Trøllapætur hevur konsert. 

 

Sí annars fullu skránna á myndini niðanfyri :  

 

 

 

 

 

 

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her