Simon von konoy og Jacob Haugaard syngja tvísong

– einaferð enn. Hesaferð er talan um nýggju fløguna »Til alle jer, vi før har kendt«

Ein nýggj fløga undir heitinum »Til alle jer, vi før har kendt« er komin á marknaðin. Tað er føroyski útisetin, Simon von Konoy, ið stendur fyri útgávuni.

 

Tólv sangir eru á fløguni, og allir eru á donskum máli. Innihaldið er sera fjølbroytt. Løg sum »Jeg bliver sindssyg«, »Tømmermænd« og »Jeg er en gammel hippie« mynda innihaldið.

 

Í flestum førum er tað Simon, ið eigur bæði orðini og løgini á sangunum. So er tó ikki við tittullagnum »Til alle jer, vi før har kendt«. Talan er um gomlu landapláguna hjá Albert Hammond »To all the girls we loved before«, sum á sinni m. a. varð sungin av Willie Nelson og Julio Iglesias.

 

Simon syngur hana saman við Jacob Haugaard. Hetta er aðru ferð, at hann syngur tvísong saman við Jacob. Fyri skjótt fimm árum síðani sungu teir í felag sangin »Fiskafrikadello«, sum eisini finst á hesi fløguni.