Simon von Konoy við nýggjari country-fløgu

Føroyski útisetin Simon von Konoy, hevur júst givið út eina fløgu, ið ber heitið Sea of Heartbreak.

Fimtan eldri sangir, sum t.d. From a Jack to a King, Is it Wrong for Loving you og Dear John, eru á skivuni, sum er til sølu hjá Tutl í Havn.

 

Upptøkan er farin fram í hølunum hjá Konoy Music, ímeðan Hyldahl Sessions hevur ljóðblandað.

 

Fyri fáum árum síðani hevði Simon kenda sangaran og skemtaran Jacob Haugaard við sum gestasangara á eini útgávu.

 

Hesuferð eitur gestasangarin Mette Renbo. Hon er ein kend donsk sangarinna, ið við jøvnum millumbilum gevur út sangir, har hon sjálv eigur bæði orð og lag. Á country-fløguni syngur hon umframt kór, eisini nakrar sangir sjálv.

 

##med2##

 

Brot við nøkrum av songunum finst á youtube.com undir heitinum “Sea of Heartbreak, Simon von Konoy”.