Siri hjá Apple skal brúkast til fleiri appir

– Eg havi brúk fyri at verða koyrdur á flogvøllin.

 

Soleiðis kanst tú í dag siga við tína iPhone fyri at fáa stemmufunkuna Siri til at lata upp eina taxaapp.

 

Og tað steðgar ikki her. Roknað verður við, at Apple í hesi vikuni fer at leggja fram ætlanir um, at Siri skal arbeiða saman við fleiri størri appum.

 

Víðkanin skal gera tann talan hjálparan kappingarføran mótvegis kappingarneytanum Amazon.com, sum hevur havt góða eydnu við Aleza-funkuni.

 

Í morgin letur ráðstevnan hjá Apple fyri mennarum úr øllum heiminum upp. Har verður roknað viðl at tøknirisin – traditionen tro – fer at leggja fram nýggj produkt og funkur.

 

/ritzau/Reuters