Leita á in.fo

Annika Kunoy Im 23.02.2017 (13:42)

Sissal Kampmann tilnevnd norðurlendsku bókmentavirðislønirna

Yrkingasavnið hjá Sissal Kampmann, Sunnudagsland er tilnevnt norðurlendsku bókmentavirðislønirna. Vinnararnir av virðisløninunum verða kunngjørdir í Helsinki, Finnalndi 1. november í ár.  

 

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út savnið eftir Sissal Kampmann, og Sunnudagsland er fimta savnið, sum Sissal letur úr hondum.

 

Sissal Kampmann fekk í 2012 debutantheiðursløn Klaus Rifbjergs fyri hennara fyrsta savn Ravnar á ljóðleysum flogi – Yrkingar úr uppgongdini. 

 

Tey, sum annars eru í uppskoti úr hinum Norðurlondunum, eru:

 

 

Danmark

Vivian hjá Christina Hesselholdt. Skaldsøga.

Erindring om kærligheden hjá Kirsten Thorup. Skaldsøga

 

Finnland

Oneiron hjá Laura Lindstedt. Skaldsøga,

De tysta gatorna hjá Tomas Mikael Bäck. Yrkingasavn

 

Ísland

Frelsi hjá Linda Vilhjálmsdóttir. Yrkingasavn.

Og svo tjöllum við okkur í rallið: bókin um Thor ("Og så trille, tulle, ruller vi") hjá Guðmundur Andri Thorsson. Persónslýsing.

 

Noreg

Arv og miljø hjá Vigdis Hjorth. Skaldsøga

Termin. En fremstilling av vold i Norge hjá Henrik Nor-Hansen. Skaldsøga.

 

Svøríki

Djupa, kärlek, ingen. Dikter 1992-2015 hjá Ann Jäderlund. Yrkingasavn,

Anteckningar om hö hjá Birgitta Lillpers. Yrkingasavn

 

Áland

 

Jag är Ellen hjá Johanna Boholm. Prosalyrisk frásøgn.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her