Leita á in.fo

Barbara Holm 15.05.2018 (13:31)

Sivilur løgreglubilur við í ferðslóhappi

- Tað verður altíð kannað út í odd og egg, tá ið løgreglan er uppíblandað, sigur varapolitiinspektørurin.


Í gjáramorgun rendi ein sivilurløgreglubilur í reyvina á einum persónbili. Hetta hendi í Kollafirði, nærhendis kirkjugarðin. Løgreglan kannar nú málið.



- Vit kanna allar smálutir í løtuni, men tað letur til, at onkur bremsaði brádliga og tað endar við, at okkara bilur koyrir upp í reyvina á hinum bilinum, sigur Jógvan Páll Joensen, varapolitiinspektørur.



Hann sigur, at eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum og materielli skaðin hevði heldur ikki nógv upp á seg. Men tá ið ein løgreglubilur er uppíblandaður, so skal løgreglan kanna málið væl og virðiliga.



- Vit avhoyra partarnar, eins og vanligt er, og so verður støða tikin til, um nøkur revsing skal vera í málinum, sigur Jógvan Páll Joensen. Hann sigur eisini, at tá ið løgreglufólk eru blanda upp í á slíkan hátt, so er kravið, at tað eru leiðarar hjá løgregluni, sum gera avhoyringar og ikki vanlig løgreglufólk.



Tað er tó eitt í hesum máli, sum ger, at tað er lættari at finna fram til, hvat veruliga hendi. Og tað er eitt upptøkutól.



- Júst hesin sivilbilurin hevur kamera á, so vit síggja í hesum føri púra neyvt, hvat er farið fram, sigur varapolitiinspektørurin.




Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her