fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 1.6m/s

Leita á in.fo

Annika Kunoy Im 12.06.2017 (19:28)

Sjáldsamur firvaldur vitjaði urtagarð í Havn

Hesin sera sjáldsami kvøldsveimarin vitjað í einum urtagarði í miðbýnum í Havn í dag og eydnaðist tað pikasjey.fo at fanga hann á filmi.

 

 

Hann eitur Lítil Drotningafirvaldur. Í bókini Firvaldar eftir Jens-Kjeld Jensen og Hans Eli Sivertsen stendur: "Ógvuliga sjáldsamur gestur. Sæddur tríggjar ferðir” - og nú í hvussu er fýra ferðir.

 

 

Lítil drotningarfirvaldur er 4-5 cm langur, og tá ið hann sýgur hunang úr blómum við langa sevlinum, hongur hann stillur í luftin við surrandi veingjum eins og ein kolibri. Kvøldsvemarar kunnu flúgva upp í 55 km um tíman. 

 

 

Les meira um kvøldsveimarar her: http://pikasjey.fo/greinir/kvoldsveimaraattin