Sjálvboðin í Reyða Krossi á útferð

Árliga útferðin er ein viðurkenning av kjarnini í Reyða Krossi

Sjálvboðin í Reyða Krossi vóru í gjár útferð á Eiði í fagrasta veðri.

 

Reyði Krossur Føroya boðar frá, at útferðin er ein viðurkenning av teimum 400 sjálvbodnu, ið áhaldandi gera eitt megnar ólønt arbeiði til gagns fyri føroyska samfelagið og neyðstødd úti í heimi. Arbeiðið er mangan drúgt og avbjóðandi, men uttan tey sjálvbodnu, kann Reyði Krossur als ikki virka

 

Vitja varð á látrinum, í kirkjuni, runt vatnið og hjá Dansifelagnum látrinum, har farið var upp á gólv. 

 

##med2##