Sjálvkoyrandi bussar á gøtuna í næstum

Danska vegastýrið hevur fingið fyrstu umsókina um at fremja eina verkætlan við sjálvkoyrandi bussum í Danmark

Bussar uttan førara nærkast nú av álvara.

 

Danska felagið, Autonomous Mobility hevur sum tað fyrsta sent eina umsókn til danska vegastýrið um at fáa loyvi at koyra við sjálvkoyrandi bussum í Danmark.

 

Tað váttar stjórin í felagnum, Peter Sorgenfrei.

 

– Vit hava sent umsóknina og gleðast um at samstarva við myndugleikarnar um hetta í næstum.

 

– Tað hevur stóran týdning fyri okkum at fáa hjólini á jørðina skjótast gjørligt, so fólk kunnu uppliva fyrimunirnar við sjálvkoyrandi tøkni í gerandisdegnum, sigur hann.

 

Hóast fleiri kommunur leingi hava tosað um at fáa sjálvkoyrandi tøkni á vegirnar, so hevur eingin annar enn sent umsókn um tað, sigur Andreas Egense, deildarleiðari í vegastýrinum, sum tí fegnast um at hava fingið fyrstu umsóknina.

 

Hann væntar, at viðgerðin fer at taka í øllum førum tríggjar mánaðir.

 

Hvørki Autonomous Mobility ella vegastýrið kunnu enn upplýsa, hvussu ætlanin er, at royndin skal fremjast.

 

Síðani juli hevur ein lógarbroyting gjørt tað møguligt at gera royndir við bilum og bussum, sum kunnu koyra sjálvir, men kortini hevur eingin søkt um tað fyrr enn nú.

 

Tað hevur nakað við tað at gera, at umsøkjarar skulu syrgja fyri at hava nøkur viðskifti greið, áðrenn umsóknin kann sendast, sigur Andreas Egense.

 

– Teir skulu fyri tað fyrsta hava eitt akfar, og teir skulu kanska hava avtalur upp á pláss við tey, sum eiga tann vegin, bilarnir skulu koyra á.

 

– Harumframt skulu tey hava eina trygging, og so skulu teir hava ein óheftan serfrøðing knýttan at verkætlanini, sum kann gera eina meting av, um royndin kann gjøgnumførast á nóg tryggum grundarlag. Slík praktisk viðurskifti hava víst seg at taka tíð at fáa upp á pláss, sigur hann.

 

Les eisini: Tann fyrsti sjálvkoyrandi bussurin nærkast

 

Vegastýrið væntar, at tað, sum dømið er við umsóknini frá Autonomous Mobility í fyrsta umfari fara at vera bussar, søkt verður um.

 

Royndir við sjálvkoyrandi persónbiluum verða í dag fyri tað mesta gjørdar í londum, sum framleiða bilar ella har sum størri marknaður er enn í Danmark, og harvið eisini størri marknaðarvirði við at gjøgnumføra royndirnar.

– Men vit halda, at tað kundi verið spennandi við slíkum royndum í Danmark eisini, sigur Andreas Egense.

 

/ritzau/

 

 

Feæago- Autonomous Mobility hevur tvey sløg av sjálvkoyrandi bussum. Bussurin á myndini eitur »Arma« og er framleiddur av franska Navya. Sniðið er longu í nýtslu í millum anna Sion, Lyon, Detroit og Los Angeles.

 

Mynd: Free/Pressefoto/autonomous Mobility