Leita á in.fo

Danjal av Rana 13.03.2018 (11:05)

Sjálvstýri er í vanda

Hans Jacob Hermansen heldur, at Jógvan Skorheim hevur ov stórt vald í Sjálvstýri.

 

Hans Jacob Hermansen undrast yvir, at nevndin í Streymoyar Sjálvstýrisfelag einki veit um, at flokkurin hevur fingið tilboð um at fara upp í samgonguna.

 

- Mær vitandi hava vit í Suðurstreymoy einki ímóti at taka upp samráðingar um samgongu, um vit kunnu vinna nakað við tí, tvørturímóti, skrivar hann í lesarabrævið.

 

Hann óttast, at flokkurin er í ferð við at gerast ein flokkur fyri norðoyingar og eysturoyingar burturav.

- Sjálvstýrið er so illa fyri í Suðurstreymoy, at her er mestsum øskukalt. Og okkara fólkavaldu tykjast ikki vilja gera nakað sum helst fyri at bøta um tað, sigur hann.

 

- Tað er lítið hugaligt at royna at reka fyri flokkin, tá ið øll orka fer til at taða í Eysturoynni og í Norðuroyggjum. Hetta er hóast alt ein politiskur flokkur, ið bjóðar seg fram kring landið alt, sigur Hans Jacob Hermansen.

 

Hann heldur, at hetta hevði verið eitt upplagt høvi at fingið eitt nýtt andlit fram í flokkinum, gjarna úr meginøkinum.

- Ein møguleiki hevði verið at roynt at fingið eitt dugnaligt landsstýrisumboð úr meginøkinum, um ikki annað, so fyri at royna at kveikja tær sjálvstýrisglóðir, ið enn ana her, og kanska fáa nakrar afturat, sigur hann.

 

Hans Jacob Hermansen, sum fleiri ferðir hevur stillað upp fyri flokkin, sigur nú, at hann av álvara umghusar sín limaskap í flokkinum.

- Samband við sitandi samgongu eigur at vera tikið upp beinanvegin, um tað veruliga er soleiðis, sum formaður floksins greiddi frá í farnu viku. Annars vænti eg, at elsti politiski flokkur í landinum fer skjótt at syngja sín svanasong, sigur hann.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her