fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 7°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

Á myndini eru Atli Joensen, Góðsku- og KT leiðari, Bent Jákup Hansen, trygdarleiðari og Sunnuva Egilstoft, trygdar- og reingerðarfólk.

Danjal av Rana 11.01.2017 (13:53)

Sjálvvirkin skannaraskipan á flogvøllinum

Vága Floghavn hevur í dag tikið í brúk eina sjálvvirkandi skipan, sum lesur boardingkort hjá teimum ferðandi. Higartil hevur hetta verið gjørt av trygdarfólkum á flogvøllinum.

 

Flogvøllurin hevur nú tveir sjálvvirkandi skannarir til boardingkort. Annað av portrunum er breiðari enn hitt, soleiðis at ferðafólk, sum eru bundin at koyristóli, ómakaleyst kunnu nýta sjálvvirkandi skipanina.

 

- Hetta er í tráð við okkara menningarætlan, har vit allatíðina arbeiða fram ímóti at hava framkomnar skipanir, sum kunnu tryggja teimum ferðandi eina skjóta og lætta avgreiðslu á flogvøllinum, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á flogvøllinum.

 

Á myndini eru Atli Joensen, Góðsku- og KT leiðari, Bent Jákup Hansen, trygdarleiðari og Sunnuva Egilstoft, trygdar- og reingerðarfólk.