Eirikur Lindenskov 11.12.2016 (23:01)
Sjey filmar kappaðust um Geytan
Í kvøld vórðu sjey nýggir føroyskir stuttfilmar vístir í Norðurlandahúsinum, og eftir sýningarnar varð avdúkað, at filmurin »Et Knæk« hjá Andrias Høgenni bæði vann áskoðaravirðislønina og geytavirðislønina.
Andrias Høgenni vann harvið eisini tær 25.000 krónurnar frá Tryggingarsambandinum Føroyar sum geytavinnari og tær 15.000 krónurnar frá Tórshavnar kommunu fyri áskoðaravirðislønina.
Les eisini: Geytin 2016: Andrias Høgenni fór við øllum
Vinnarin fær eisini geytastandmyndina, ið Astrid Andreasen hevur sniðgivið.
Teir sjey føroysku stuttfilmarnir, sum kappaðust um um Geytan og Áskoðaravirðislønina, vóru hesir:
Filmur: | Leikstjóri: |
Óttafet | Nóllywood |
Nattens Stjerner | Atli Brix Kamban |
Frávik | Maria G. Tórgarð |
Bittersweet | Rói Davidsen |
Marra | Hans Kristian Eyðunsson Hansen og Torfinnur Jákupsson |
Ramblers | Hanus Johannessen |
Et knæk | Andrias Høgenni |
Hetta er fimtu ferð, at skipað verður fyri Geytahandan til føroyskar filmar.
Filmarnir, ið hava vunnið Geytan higartil, eru:
2012 Summarnátt (Sakaris Stórá)
2013 Terminal (Dávur Djurhuus)
2014 Skuld (Heiðrikur á Heygum)
2015 Stina Karina (Andrias Høgenni)
2015 Et knæk (Andrias Høgenni)
Filmarnir, ið hava vunnið Áskoðaravirðislønina higartil eru:
2012 Mist (Annika á Lofti)
2013 Munch (Jónfinn Stenberg)
2014 Skuld (Heiðrikur á Heygum)
2015 Tunnan (Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge)
2015 Et knæk (Andrias Høgenni)
Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á
red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum –
trýst her
Mest lisið
Hava bíðað í yvir 30 ár – Men nú verður tað |
|
Stormurin hevur tikið takplátu og vindeyga |
|
Ísklæddir inn at landa |
|
Skjótt lata fýra nýggj matstøð upp í Havn |
|
Kolandi stormur - bingja fokin í bátahylin í Vági |
|
Glasir brúkar 800 litrar av olju – um dagin |
|
Føroyingur fingið altjóða virðisløn |
|
Frá Føroyaflokkinum til kannabisflokkin |
|
Firtin viðhaldsfólk savna pening til Pippi |
|
Vandi á ferð við Vestaru Bryggju í áðni |
|
Milliónir eru horvnar |
|
Her verður nógvur vindur í kvøld |
|
Nú er greitt mark ímillum eitt deyðføtt barn og fosturlát |
|
DMI boðar frá ódn í nátt |
|
HB roynir nýggjan áleypara |
|
Føroyskur fótbóltsspælari vil ikki møta í máli um neyðtøku |
|
Stormur: Her eru ringastu koyrilíkindini beint nú |
|
Her er munurin á kynsligum samleika og kynsligari sannføring |
|
Almennur bygningur verður 20 milliónir dýrari |
|
- Føroyar mangla ein liberalan flokk |
|
Nú er løgreglan stúrin |
|
Bilur fór út av vegnum í Kollafirði |
|
Ann Fuglø í nýtt starv |
|
Sjálvkritisk og fer eftir góðsku |
|