Leita á in.fo

Danjal av Rana 12.04.2018 (12:10)

Sjey føroysk tónleikafund

Ein av størstu tónleikaheimasíðunum í Onglandi, Gigwise, var í Føroyum í samband við FMA í vár. Umframt at vera áhoyrari í Norðurlandahúsinum, vitjaði Gigwise fleiri konsertir, sum skipað var fyri, nú tónleikaummælarar úr øllum heiminum vóru í Føroyum.

 

Gigwise hevur nú skrivað eina grein um vitjanina í Føroyum og givið síni boð um tey sjey bestu tónleikafundini í Føroyum.

 

Son of Fortune

- Hendan duoin ella trioin ljóðar, sum tú hevði væntað, at oyggjarokkarar ljóða: vindblástir og episkir. Teirra fyrsta útgáva, Fullmáni er frálík, skrivar Gigwise, sum eisini heldur, at Benjamin Petersen, forsangari í bólkinum, minnir nógv um týska sjónleikaran Daniel Brühl.

 

FRUM

- Umboðandi meiri listakenda umhvørvi, er FRUM heilabarnið hjá framtonkjandi Jenny Kragesteen, og leggur næstan líka nógv í dansin og filmsbrot sum tónleikin, skrivar Gagwise.

 

Silvurdrongur

- Gud viti, hvat rímini eru um, men tað flýtur væl – serliga beinleiðis – og beat’ini eru framúrskarandi myrk, skrivar Gagwise um føroyska rapparan, sum bleiv kosin ársins nýggja navn á FMA.

 

Marius Ziska

- Nýggja lagið hjá Marius Ziska, Silvurlín, er eisini á føroyskum, men tað bilar ikki, tí tað er heilt víst eitt heilt framúr lag, skrivar Gagwise.

 

Danny and the Veeto’s

- Eftir øllum at døma hava teir bjóðað helvtini av Føroya fólki upp á pallin við sær. Teir spæla tað slagið av fólka-poppi, sum tú kanst ímynda tær fær nógva spælitíð í útvarpinum, skrivar Gagwise.

 

Hans Andrias

- Hans Andrias framførir Americana úr Norðuratlantshavinum, og fyri at siga sum er, Føroyar liggja á leiðini úr Skandinavia til USA, skrivar Gagwise, sum eisini kalla Hans Andrias fyri ein transatlantiskan trubadur.

 

Lea Kampmann

Ársins einstaklingur í føroyskum tónleiki, Lea Kampmann, hevur eisini bergtikið Gagwise.

- Kampmann ger fullfíggjaðan romantiskan shoegaze tónleik: Tú veitst, tað slagið, sum hevði ljóðað ordiliga væl oman á rullitekstin á onkrum ordiliga kulum, skrivar Gagwise. Shoegaze er ein sjangur innan alternativan rokk, sum byrjaði í Onglandi í 1980’unum. Tónleikurin fekk navnið shoegaze, tí at nógvir av sangarunum stóðu heldur smæðin og stardu at skónum, meðan tey framførdu fyrstu árini.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her