Leita á in.fo

Danjal av Rana 05.12.2018 (22:01)

Sjómenn fáa ov nógvar sersømdir

Eitt niðurlag frá borgarstjórum og kommunuskrivstovum, sum vit hava ferðast runt landið at kaga í skattalistarnar hevur verið, at nógvar av hesum heilt høgu lønunum, rinda lutfalsliga lítið, í summum førum als einki, í kommunukassarnar.

 

Ein sera stórur partur av teimum 552, sum hava eina skattskylduga inntøku yvir eina millión krónur, eru føroyingar, sum sigla við útlendskum skipum. Skattareglurnar eru ymiskar, so onkrir av teimum rinda skatt av allari lønini, meðan aðrir einans rinda skatt í útlandinum. Aftur aðrir rinda skatt av einum parti av lønini í Føroyum og einum parti í útlandinum.

 

Orsøkin til, at tað er so misjavnt, hvør rindar skatt í Føroyum, er í høvuðsheitum tvískattaavtalur, sum føroyskir myndugleikar hava gjørt við onnur lond, fyrst og fremst grannalond okkara. Áður hevur ljóðað, at ætlanin var at fáa broytt onkrar av hesum tvískattaavtalunum, men sum skilst eru hini londini ikki so fegin um hetta.

 

Sambært skattanevndini kann landið fáa 53 milliónir krónur meiri og kommunurnar 40 milliónir krónur meiri, um verandi serskipanir og frádráttir verða avtiknir.

 

Skattanevndin mælir til, at kommunurnar fara yvir til at krevja eitt húsatænastugjald til at rinda fyri vatnveiting, kloakk, renovatión og sløkkilið. Kostnaðurin verður 1000 krónur um mánaðin fyri sethús, 800 krónur fyri raðhús og tvíhús og 600 krónur fyri íbúðir.

 

Skattanevndin sigur, at avleiðingarnar av hesum broytingunum verður, at inntøkuskatturin í Føroyum lækkar, markskatturin lækkar og tað verður ein javnari skatting millum tey, sum arbeiða í Føroyum, og tey, sum arbeiða í útlondum.

 

Les meiri um málið í Sosialinum, sum bleiv borin út í hvørt heim í dag.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her