Sjóvinnuhúsið: Avgerðin fellur í næstu viku

– Vit koma við eini útmelding miðskeiðis í næstu viku, tá endalig støða er tikin til, um vit skulu leiga Sjóvinnuhúsið at hýsa Fróðskaparsetrinum.

 

Tað sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.

 

Tað var undanfarna samgongan í Tórshavnar býráð, sum var í samráðingum við Mentamálaráðið um at leiga bygningin. Men samráðingarnar komu ikki á mál, áðrenn nýggj samgonga varð skipað.

 

Annika Olsen, borgarstjóri, hevur sagt, at nýggja býráðið virðir tær samráðingar, sum eru í gongd.

 

Bogi Andreasen, formaður í Vinnnu- og havnarnevndini, sum varðar av bygninginum sigur, at tey eru um at koma á mál við samráðingunum, og hann er rættiliga bjartskygdur.

 

– Tað sær út sum um, at vit finna eina góða loysn, sum verður eitt sindur øðrvísi enn tað, sum higartil hevur ligið í kortunum, sigur hann.

 

Sum in.fo skilir tað, so verður talan um, at stin stóru partur av bygninginum verður leigaður til Fróðskaparsetrið, og at ein partur verður brúktur til vinnuligt virksemi.