- Støðan hjá forsætisráðharranum, Robert Fico, er stabil, men álvarslig.
Tað sigur sjúkrahússtjórin á sjúkrahúsinum í Slovakia, har forsætisráðharrin er innlagdur eftir drápsroyndina seinnapartin í gjár.
Hetta veit tíðindastovan, Reuters, at siga í morgun.
Ávísin, Aktuality í Slovakia, veit at siga, at forsætisráðharrin var undir skurði í fimm tímar í gjár, og hann liggur framvegis á sjúkrahúsi.
Verjumálaráðharrin í Slovakia, Robert Kalinak, sigur eisini, at støðan hjá Robert Fico er stabil, men at løstirnir eru "kompliseraðir", sum hann tekur til.
Stjórnin í Slovakia er kallað inn til kreppufund klokkan 11 í morgun í kjalarvørrinum av drápsroyndini móti forsætisráðharranum.
##med2##
Tað var, meðan forsætisráðharrin tosaði við veljarar í býnum, Handlova, at fleiri skot vórðu latin av móti honum.
Ein maður í sjeytiárunum er handtikin og skuldsettur fyri at hava framt eina drápsroynd móti Robert Fico.
Fleiri stjórnarlimir í Slovakia siga, at drápsroyndin er politisk, men løgreglan í Slovakia hevur sum er ikki gjørt viðmerkingar til hesar útsagnir.
##med3##