Leita á in.fo

Tað hevur verið nógv virksemi umborð á Sjúrðarbergi, nú hann hevur landað og riggað til nýggjan túr

Jóannes Hansen 20.04.2017 (22:19)

Sjúrðarberg farin avstað aftur

Tíðliga í kvøld loysti Sjúrðarberg frá vestaru bryggu í Klaksvík. Har hevur hann ligið, síðani hann fyri páskir var aftur úr Barentshavinum.

Tað var nógv virksemi umborð á og á havnarlagnum frammanfyri, nú Sjúrðarberg lá við kai. Veiðan, sum var 740 tons av heysaðum frystum – mest toski - varð løgd upp, og samstundis og síðani hava teir riggað til at fara avstað aftur.

Nú teir fóru avstað aftur, telir manningin átjan, og skipari er aftur henda túrin Ásmundur Olsen.

Síðsti túrur var ógvuliga stuttur. Tá loystu teir 9. mars og vóru aftur á vánni 13. apríl.

Síðsta túr var Sjúrðarberg í norskum sjógvi. Nú er kósin sett í russiskan sjógv. Teir skulu inn í Bátsfjørðin eftir loyvinum.

 

Hin trolarin hjá JFK Trol, Gadus, hevur roynt í norskum sjógvi, har fiskiskapurin hevur verið góður. Fyrr í vikuni fóru teir upp um 300 tons í flaki. Gadus fer fyrsta dagin í russiskan sjógv at royna. Enniberg roynir í norskum sjógvi.