Sjúrður fyllir fimmti í dag

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, fyllir fimmti ár í dag.

 

Sjúrður Skaale er úr Havn, sonur Jóannes Skaale, sála, og Óluvu Skaale. Hann er giftur Súsonnu Olafsdóttir Skaale, sum er sálarfrøðingur.

 

Politikk hevur hann í æðrunum, tí abbi í faðirætt var borgarstjóri í Havn og løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin. Pápin, Jóannes, vaks upp hjá mostur sínu Jónu, sum var gift Mariusi Johannesen, sum var løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin.

 

Sjúrður, sum er kendur skemtari, sangari og undirhaldari, trein inn á politiska pallin sum embætismaður í Tinganesi í fullveldistíðini kring aldarskiftið. Tað var hann, sum var talsmaður fyri landsstýrið undir gitnu fullveldissamráðingunum á Christiansborg í 2000.

 

Í 2008 varð hann valdur á ting fyri Tjóðveldi, men hann dró ikki somu línu sum flokkurin í stjórnarmálinum, og tí fór hann úr flokkinum og upp í Javnaðarflokkin. Til fólkatingsvalið í 2011 stillaði hann upp fyri Javnaðarflokkin, og varð valdur. Hann var afturvaldur á fólkatingsvalinum í fjør.