fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 06.12.2018 (22:59)

Sjúrður Joensen vann lutakastið um 12.500 krónur

Týsdagin 4. desember 2018 var lutakast um 12.500 kr millum teirra, sum høvdu latið fiskamerkir inn seinasta árið. Vinnarin gjørdist Sjúrður Joensen av Skála. Toskurin við vinnandi merkinum varð merktur 15. oktober 2017 eystan fyri Nólsoy og var fingin við línu á nærum sama staði 15. januar 2018. Toskurin vaks 2 cm í hesum tíðarskeiðnum.

Hetta skrivar Havstovan á hav.fo.

 

Lutakastið varð hildið í Vinnuhúsinum á Óðinshædd í Havn. Hildur Clementsen tók tann vinnandi seðilin. Hallbjørg Hansen frá Landsgrannskoðanini helt eyga við, at lutakastið fór fram á rættan hátt. Havstovan takkar Vinnuhúsinum og ynskir Sjúrði tillukku við vinninginum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her