Skal ikki bjarga sær við at lúgva upp á meg

– Páll Hansen sigur ósatt.

 

Tað sigur Jógvan Jespersen, eftir at formaðurin í Maskinmeistarafelagnum í útvarpinum sunnukvøldið segði, at Jógvan Jespersen hevði skrivað eina yvirlýsing, sum fleiri fakfeløg hava skrivað undir.

 

– Vit eru ikki ørindadreingir hjá reiðarunum, segði Páll Hansen.

 

Jógvan Jespersen sigur, at hann stóð rættiliga spyrjandi eftir at hava hoyrt útvarpstíðindini.

 

– Páll Hansen skuldsetti meg fyri at hava havt ein leiklut, sum eg á ongan hátt eigi lut í. Hann skuldsetti meg fyri at hava skrivað uppskot til eina yvirlýsing, sum varð send út um miðan apríl, undirskrivað av fakfeløgum. Tað eigi eg ongan lut í.

 

– Eg ringdi til Páll Hansen í gjárkvøldið og bað hann um at taka hesi orðini aftur. Hann svaraði, at tað vildi hann ikki. Hann vísti til eitt prát í túninum uttan fyri bygningin hjá ALS eftir ein fund í Trygdargrunni Fiskivinnunar, sigur Jógvan Jespersen, sum sigur, at tað er rætt, at hann í túnatosinum henda dagin spurdi formennirnar í manningarfeløgini, um tað ikki var eitt hugskot at hava eina felags støðu til nýskipanaruppskotið, tí nýskipaninar fara at raka bæði reiðarar og manningarnar líka hart.

 

– Páll Hansen segði, at hann var ikki ímóti uppboðssølu av fiskirættindum, og síðan skiltust vit. Meira var ikki í tí. Eg havi tosað við formennirnar í Føroya Fiskimannafelagi og Føroya Skipara- og Navigatørfelagi, sum vátta, at hetta var innihaldið í túnatosinum henda dagin.

 

– Eg skal bara siga frá, at eg havi ikki skrivað uppskot til nakra yvirlýsing, og at eg á ongan hátt havi verið við í fyrireikingunum til tiltøkini, sum tvey mannningarfeløg seta í verk í dag.

 

– Eg skilji væl, at Páll Hansen hevur komið sær í eina torføra støðu. Men hann skal bara ikki bjarga sær við at lúgva um meg, sigur Jógvan Jespersen.