Skal tola kritikk

- Sum heild taki eg mær ikki nakað serligt at tílíkum. Eg eri av tí fatan, at eins og politikarar, bankastjórar og onnur framstandandi fólk mugu tola kritikk, so skal eg eisini tola tað. Um fólk finnast at sendingunum, og halda meg vera ein dumman hund, so er tað í ordan.


Tað sigur kringvarpsjournalisturin Jan Lamhauge, ið seinastu árini hevur framleitt fleiri aktuellar dokumentarsendingar fyri Kringvarpið, ið mangan elva til nógv kjak millum manna.


Men hóast Jan Lamhauge heldur tað vera í lagi, at fólk hava neiligar meiningar um hansara sendingar, so viðgongur hann tó, at til tíðir kann kritikkur gerast so mikið harður, at hann tørvar ein steðg.


- At vanlig fólk siga, at hatta var ein lorta sending, og at eg eri ein ódugnaligur journalistur, tað skulu tey hava loyvi til. Men við hvørt verður tað ov nógv. Tá kann eg lata vera við at fara á Facebook ein dag. Ikki tí, at eg ikki vil síggja kritikkin, men tí eg heldur ynski at halda frí, og vera saman við damuni og dóttrini, sigur Jan Lamhauge.


Í Vikuskiftis-Sosialinum ber til at lesa eina longru samrøðu við journalistin, ið millum annað eisini nevnir dømir, tá ágangurin er farin út um mark og um samstarvið við leiðsluna.


Til ber at lesa alla samrøðuna við Jan Lamhauge í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring alt landið.