Skal vera plikt at prestar at víga samkynd

Næstformaðurin í Javnaðarflokkinum í Danmark heldur, at greinin um, at prestar hava frælsi til ikki at víga samkynd skal avtakast.

 

– Hatta er ein harðrendur hugsunnarháttur, sum ikki sampakkar við danska frælsissiðvenju, siga gudfrøðingar í grein í Kristieligt Dagblad sum Ritzau endurgevur.

 

Herfyri segði Stefan Löfven, svenski forsætisráðharrin, at prestar í Svøríki eiga at tvingast til at víga persónar av sama kyni. Mogens Jensen, næstformaður í Javnaðarflokkinum í Danmark og framsøgumaður floksins í mentamálum er sera fegin um hesi tíðindi. Hann heldur, at tað sama eigur at vera galdandi í Danmark.

 

Harvið ynskir hann at taka møguleikan frá prestum at nokta at víga samkumd. Ein møguleiki, prestar hava havt síðani 2012, tá persónar av sama kyni sluppu at giftast í donsku fólkakirkjuni.

 

– Vit hava skrivað undir Mannarættindayvirlýsingina, sum sigur, at vit mugu ikki gera mun á fólki vegna seksualitet, uppruna og trúgv. Tí er tað ein trupulleiki, at prestar kunnu nokta at víga fólk vegna teirra kynsliga samleika, sigur hann.

 

Ein slík skipan, har prestar kunnu tvingast til at víga samkynd, sampakkar ikki við danska frælsissiðvenju, heldur Thomeas Bjerg Mikkelsen, leiðari á Menighedsfakultetet í Aarhus.

 

– Tað hevði verið á markinum til andsfrælsi og merkt, at nógvir prestar høvdu verið tvungnir til at søkt sær arbeiði uttan fyri fólkakirkjuna. Tað hevði viðført stóran tvídrátt og stóra spaðing í fólkakirkjuni, sigur hann.

 

Hann leggur afturat, at fólkakirkjan í Danmark er ein positiv søga samanborið við kirkjuna í Svøríki – júst vegna andsfrælsi.

 

– Andsfrælsi í Danmark hevur gjørt, at tað er eydnast at halda kirkjuni saman, sum rúmar fleiri gudfrøðiligum sjónarmiðum. Hetta kunnu vit missa, um vit taka rættin frá prestum til ikki at víga samkynd, óttast hann.

 

– Í veruleikanum er tað eitt harðrent uppskot. Hví vil Mogens Jensen ikki hava eitt samfelag, har vit kunnu vera ósamd? Eg haldi, at tað er ein trupulleiki, at hann vil hava javnstøðu á hendan hátt gjøgnum reglur í staðin fyri at fremja virðini gjøgnum samskifti, sigur hann.

 

Ingrid Ank, gudfrøðingur, sum er leiðari á Grundtvig-Akademiet, er ósamd í, at spurningurin um vígslu av samkyndum eigur at viðgerast gjøgnum kjak heldur enn lóg.

 

– Eg haldi, at tað er atfinnandi bíbliuáksoðan, sum er orsøk til, at nakrir preast ikki vilja víga samkynd. Men vit mugu góðtaka, at tað eru prestar við hesum sjónarmiðum í fólkakirkjuni, og so tala ímóti hesi bíbliuáskoðan, um vit eru ósamd. Eg skilji væl, at tað kann kennast diskriminerandi fyri samkynd at verða avvíst av einum presti, men eg haldi ikki, at lóggeving er rætta leiðin, sigur hon.

 

Heldur ikki Anders Gadegaard, dómpróstur í Vor Frue Kirke í Keypmannahavn, er fegin um uppskotið hjá Mogens Jensen.

 

– Tað hevði verið at skert danska frælsissiðvenju. Eg haldi avgjørt, at vit skulu víga samkynd, og eg skilji ikki grundgevingarnar fyri, hví vit ikki skulu gera tað. Men tað eigur at vera frælsi hjá prestum at siga nei, sigur hann.

 

Øll søgan kann lesast í Kristeligt Dagblad ella á k.dk

kristeligt-dagblad.dk/danmark/socialdemokratisk-naestformand-vielse-af-homoseksuelle-skal-vaere-en-pligt