fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.4m/s

Leita á in.fo

Tróndur Arge 24.10.2017 (22:30)

Skála fingið nýggjan venjara

Eyðun Klakstein hevur í kvøld gjørt sáttmála við Skála. Hann tekur yvir eftir Paula Poulsen, sum eftir trý ár hevur valt at gevast. Sostatt hava fýra feløg sett venjara fyri komandi kappingarár.

 

Les eisini: Eyðun Klakstein nærkast venjarastarvi

 

Tað hevur í eina tíð ljóðað, at klaksvíkingurin fór at taka yvir á Skála, sum við sigri í seinasta umfarinum megnaði at vinna seg upp á sætta pláss í landskappingini hetta kappingarárið.

 

Spælarar sum Jákup Johansen, Jákup Jacobsen, Ari Olsen, Pætur Dam Jacobsen og Ólavur Mikkelsen hava allir longt sáttmálan til komandi kappingarár.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her