Leita á in.fo

Jóannes Hansen 12.08.2017 (12:46)

Skála spælir fyri lívinum

Serliga fyri Skála hevur oyggjauppgerðin í Fuglafirði seinnapartin stóran týdning. Tað eru trý stig frá Skála á áttanda plássi og aftur til 07 Vestur, sum er undir niðurflytingarstrikuni. Tí ræður um hjá skálamonnum við fullari úrtøku í Fuglafirði at syrgja fyri at fjarstøðan til niðurflytingarplássið framvegis verður í hvussu so er trý stig.

 

Marginalarnir hava ikki verið við Skála síðani summarsteðgin. Úrtøkan í trimum dystum er eitt stig – javnleikur á heimavølli ímóti EB/Streymi. Í 2-1 ólavsøkutapinum ímóti B36 var Skála á sigurskós, inntil tíðin var mest sum farin, og síðsta sunnudag koppaði javna uppgerðin ímóti 07 Vestur mótstøðuliðnum til fyrimunar – 07 Vestur vann 1-0.

 

-Tað var dýrt tap ímóti 07 Vestur. Vit hava gott mót, tí vit spæla okkum til málmøguleikar. Í dag verður talan um lyklauppgerð, sum tað hevur alstjóran týdning at vinna fulla úrtøku úr, staðfestir Skála venjarin Pauli Poulsen.

Miðverjin Valeri Ioboshvili er tøkur aftur eftir leikbann. Jákup Johansen og Ólavur Mikkelsen eru skaddir, og loyvini hjá Michal Przbylski eru ikki komin upp á pláss.

 

Í Fuglafirði er talan um nýggjar tíðir. Dysturin í dag er tann fyrsti, eftir at Jákup Mikkelsen í vikuni legði frá sær sum venjari. Hann hevur verið týdningarmikil profilur í Fuglafirði síðani 2010 – fyrst sum spælari og síðani sum venjari.

Nýggjur maður við ÍF róðrið er Albert Ellefsen, sum er gamal kenningurin í Fuglafirði. Hann vandi ÍF síðsta partin av 2008 og aftur í 2013 og 2014.

-Um vit vinna ímóti Skála í dag og so ímóti 07 Vestur, so kann talan verða um møguleika fyri at varðveita plássið í bestu deildini, sigur Albert Ellefsen, sum fyribils hevur bundið seg at standa á odda fyri ÍF fram til 20. umfar.

-Tølini siga, at vit hava stórar trupulleikar í verjupartinum. Nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer at laga seg, sigur nýggi ÍF venjarin, sum hevur havt ábyrgdina av venjingunum í Fuglafirði síðani týskvøldið.

Álopsspælarin Jóhan Petersen er skaddur.

 

ÍF-Skála: Ransin N. Djurhuus klokkan 15.00