Skálamenn bitu frá sær í Sørvági

Sum seinni hálvleikur leið, lá tað meiri í luftini, at gestirnir fóru at skora sigursmálið, enn at heimaliðið fór at vinna

Dagfinn Forná hevur bríkslað fyri síðstu ferð á Dungasandi í Sørvági, og máltalvan vísir 1-1.

 

Miðvallarin Ragnar Skála, sum undan hesum kappingarárinum flutti úr AB og inn á Skála, legði skálamenn á odda í 27. minutti. Hetta var aðru ferð í ár, at Ragnar var málskjútti. Hann skoraði eisini, tá ið Skála í fyrsta umfari vann 3-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi.

 

Ellivu minuttir undan steðginum svaraði 07 Vestur aftur og so var 1-1. Málskjútti var Filip Brattbakk, ið umsetti brotsspark til mál. Hetta var triðja ferðin í ár, at nýggi norski framrættaði 07 Vestur spælarin skoraði.

 

Tað er kent, at fótbóltsskilið og fótbóltsevnini á Skála eru góð. Og tað var sjón fyri søgn í seinna hálvleiki. Tá hevði Skála nógv spæl á miðvøllinum, og tað bar fleiri góðar málmøguleikar við sær. Men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið Sebastian Jhon í 07 Vestur málinum.

 

1-1 ber við sær, at 07 Vestur er á fjórða plássi við 11 stigum, og at Skála er á áttanda plássi við fýra stigum.

 

Hósadagin 25. apríl fer Skála í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið at spæla á útivølli ímóti B36. Sama dag og í somu kapping fer 07 Vestur at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.