Skálamenn eru leysir úr botninum

Eftir 3-1 tap á Skála eru toftamenn kroystir í botninum, har teir bara hava skoraø trý mál og vunnið eitt stig

Uppflytararnir á Skála hava í løtuni fatur í rætta endanum. Tað sást í kvøld undir Mýruhjalla, har Skála vann 3-1 ímóti B68. Úrslitið hevur við sær, at Skála hevur vunnið sjey stig og er á sjeynda plássi.

 

Tað eru seks stig aftur til niðurflytingarplássini. Tey manna ÍF og B68, sum hava eitt stig.

 

Tølini siga, at tað serliga er í framrættaða partinum, at B68 úrtøkan er øgiliga soltin. B68 hevur eftir sjey umfør bara skorað trý mál. ÍF hevur skorað næstfæst mál. Fuglfirðingar hava skorað seks mál ella tvífalt so mong, sum B68 hevur skorað.

 

Í kvøld var tað avgerandi, at heimaliðið undir Mýruhjalla, áðrenn fyrri hálvleikur var hálvliðin hevði skorað tvey mál og lagt seg á odda 2-0.

 

Fyrra málið skoraði Karl Martin Johansen við brotssparki, og tað seinna skoraði Dávid Johansen eftir innlegg úr vinstru og úr eitt sindur spískum og upp í nettakið.

 

B68 hevði eins nógv hornaspørk og eins nógvar royndir ímóti málinum, sum heimaliðið hevði, men tað eydnaðist ikki at skora mál.

 

Villiam Emil Klein var væl upplagdur, og hann royndi seg eisini í kvøld við rimmar skotum. Næst við at fáa mál var hann, tá ið hann smekkaði til av brotsteigarmarkinum í vinstru, og bólturin brast í tvørtræið handaru megin.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Skála um munin til 3-0. Málskjútti var portugisiski álopsspælarin Carlos Ferreira, sum í fjør var toppskjútti í næstbestu deildini. Hetta var annað málið hjá honum í bestu deildini í ár.

 

So var mótbrekkan øgiliga brøtt hjá B68, men tað eydnaðist tó at minka um munin til 3-1, tá ið tað restaðu 20 minuttir. Málskjútti var Villiam Emil Klein, sum skoraði fyri aðru ferð í landskappingini í ár. Hann skoraði eisini málið, tá ið B68 í síðstu viku og á heimavølli vann 1-0 ímóti ÍF í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið.

 

B68 spenti síðstu løtuna álopsbogan, men tað eydnaðist ikki at skora fleiri mál og kveikja nýggjan spenning í. Skálaverjan við liðformanninum Jákupi Jakobsen á odda stóð stinn.

 

Leygardagin fáa toftamenn vitjan av grannunum í NSÍ. Sunnudagin fara skálamenn til Fuglafirðar.