Skansi Offshore hevði hall upp á 200 milliónir

Hóast eginognin var negativ við árslok, so er støðan munandi frægari nú

Hóast eginognin var negativ við árslok, so er støðan munandi frægari nú

 

Skansi Offshore hevði eitt hall upp á 200 milliónir krónur í fjør. Eginpeningurin var tí við árslok negativur við fimm milliónum krónum. Fíggjarstøðan javnvigaði við 979 milliónum.

 

Men støðan í felagnum er nú frægari, tí felagið hevur í fjør gjørt avtalur við lánsveitarar, sum hava við sær, at felagið fekk lutvísar avdráttarskáar fram til 2018.

 

– Marknaðurin fyri frálandaskip er framvegis undir stórum trýsti, og Skansi Offshore hevur tí, eins og flest onnur reiðarí í hesum marknaðinum, aftur verið í samráðingum við sínar fíggjarstovnar fyri at fáa eina longri avtalu, sum tekur hædd fyri krevjandi marknaðarviðurskiftum fleiri ár fram, sigur Jens Meinahrd Rasmussen, stjóri, í tíðindaskrivi.

 

Samráðingar eru lidnar, og ein loysn er funnin við hesum høvuðslutum:

 

– Kapitalhækking á 25 milliónir krónur frá verandi partaeigarum.

 

– Avdráttarskáar fram til 2021 av írestandi skuld

 

– Rentulækking

 

– Skuldarsanering

 

– Konvertering av skuld

 

Kapitalhækkingin varð gjøgnumførd á aðalfundinum, sum hevur verið í dag, og eftir kapitalhækkingina er eginpeningurin við minnilutapørtum oman fyri 200 milliónir krónur.

 

– Hendan loysnin er munandi meiri haldfør og styrkir eisini um kappingarstøðuna hjá felagnum, sigur felagið í tíðindaskrivinum.

 

Hóast trupul markaðarviðurskiftini hevur Skansi Offshore júst vunnið ein fimm ára sáttmála frá Statoil. Sáttmálin byrjar í oktober. Statoil hevur møguleika at leingja avtalurna í fimm ferðir eitt ár.

 

Eisini hevur Skansi gjørt styttri avtalu við Providence Resources í Írlandi fyri Sjóborg, sum skal gera veitingar til boriskipið Stena IceMAX.

 

Skansi Offshore hevur í nógv ár verið virkið við veitingarskipum í Noreg. Harumframt hevur felagið havt virksemi í Danmark, Mosambique, Tanzania og eitt styttri tíðarskeið í Føroyum. Sáttmálarnir við Nexen og Providence eru týdningarmiklir við tað, at felagið kemur inn í nýggjar marknaðir í UK og Írlandi.

 

Torsborg og Saeborg hava sáttmála við Norske Shell og AkerBP.

 

Skansi Offshore eigur og rekur fimm nýmótans frálandaskip.

 

Hjá Skansi Offshore samtakinum starvast í dag 130 fólk, harav 120 sjófólk, allir føroyingar.