Dánjal Petur Thorsteinsson rak Skarv í 40 ár – frá 1975 til 2015 (Mynd: Eyðun Klakstein)

Skarv-stovnarin: Hetta er sorgblítt

Dánjal Petur Thorsteinsson harmast, at Skarv má lata aftur, men hann heldur, at avgerðin er røtt

Dánjal Petur Thorsteinsson rak Skarv í 40 ár – frá 1975 til 2015 (Mynd: Eyðun Klakstein)

Dánjal Petur Thorsteinsson, sum er ættaður úr Vági, tók í 1974 stig til at gera skeinkistað fyri føroyingar í Keypmannahavn.

 

Hann yvirtók 15. august í 1974 eini høli í Pilestræde stutt frá Strøgnum mitt í Keypmannahavn. Frammanundan var ein snikkari í hølunum, men tá ið leigan hjá honum varð sett munandi upp, flutti hann. Tá fekk Dánjal Petur møguleikan at yvirtaka hølini. Hann brúki eitt hálvt ár um at umvæla og gera klárt, og 20. februar í 1975 lat Skarv upp.

 

– Eg hevði siglt í nógv ár, men eg fekk ein keðiligan skaða í ryggin, og tí mátti eg gevast sum sjómaður. Eg hugsaði um, hvat eg skuldi fara at gera, og eg kom til, at eg vildi gera okkurt fyri føroyingar í Danmark, sigur Dánjal Petur Thorsteinsson, sum nú er 81 ára gamal. Konan Kristin og hann búgva á Fjóni.

 

Føroyingar høvdu gingið nógv á donsku Skipperkroen í Skindergade – sum eisini varð kallað Skarv millum føroyingar – men tá ið veruliga, føroyska Skarv lat upp, tóku føroyingar sera væl ímóti staðnum, sum hevur havt støðugt virksemi síðani.

 

##med3##

 

Røtt avgerð

 

Dánjal Petur Thorsteinsson rak Skarv fram til 2015, tá ið dótturin Siri Thorsteinsson tók yvir og hevur rikið staðið síðani. Dánjal Petur hevur tó fylgt við gongdini og latið eina hjálpandi hond av og á.

 

– Tað er vemodigt, at Skarv letur aftur, men eg haldi, at Siri tekur eina rætta avgerð og fer víðari í lívinum. Eg helt á her á Skarv, til eg var 73 ára gamal, og eg havi sagt við hana, at hon skal ikki vera her, til hon verður 70, sigur Dánjal Petur Thorsteinsson.

 

– Skarv hevur havt stóran týdning fyri okkara familju, og minnini fara vit altíð at hava við okkum. Tað var her, at eg hitti konuna Kirstin, og Siri og beiggi hennara vóru nógv her sum børn, sigur hann.

 

– Hetta var okkara barndómsheim nummar tvey, sigur Siri Thorsteinsson.

 

 

Selt til danska fyritøku

 

Stóra fyritøkan Jeudan eigur bygningin, har Skarv hevur hildið til, og ein donsk fyritøka, sum rekur onnur skeinkistøð í Keypmannahavn – eitt nú Ræven, sum er granni hjá Skarv – hevur yvirtikið leigumálið og fer at gera eitt nýtt skeinkistað í Pilestræde nummar 43. Tað fer ikki at hava nakað tilknýti til føroyingar ella føroyska mentan.

 

Leygardagin 18. mai hevur Skarv opið fyri seinastu ferð. Tá verður móttøka um kvøldið, og um náttina fara Jens Marni Hansen og aðrir føroyskir tónleikarar at spæla. Meira verður at frætta um hetta seinni.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Dánjal Petur Thorsteinsson rak Skarv í 40 ár – frá 1975 til 2015 (Mynd: Eyðun Klakstein)

Dánjal Petur Thorsteinsson saman við dóttrini Siri, sum yvirtóik raksturin av Skarv í 2015 (Mynd: Eyðun Klakstein)

Dánjal Petur á Skarv í 1970'unum (Mynd: Kolon)