Skattalætta heldur enn ALS málsviðgerðar

Løgtingskvinna spyr, um vit ikki heldur kunnu fáa skattalætta enn at hava so nógvar málsviðgerðar hjá ALS, tá arbeiðsloysið minkar í stórum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur sett Henriki Old ein skriftligan fyrispurning um Arbeiðsloysisskipanina. Hon spyr soleiðis:

 

1. Metir landsstýrismaðurin tað vera rætt av ALS at flyta fleiri málsviðgerðar til eftirlitsarbeiðið, tá hagtølini vísa, at talið á arbeiðsleysum minkar í stórum?

 

2. Kundi inngjaldið ikki heldur verðið brúkt betur, ella verið minkað nakað, so føroyski skattgjaldarin fekk tað lættari?

 

3. Um, ella tá, arbeiðsloysið einaferð fer at hækka aftur, ætlar landsstýrismaðurin so at seta uppaftur fleiri fólk til eftirlitsarbeiði? 

 

4. Eru hagtøl gjørd yvir, hvussu nógv eru avdúkaði í eftirlitinum hjá ALS?

 

5. Er nøkur skjalprógvan uppá, at fjølsmiðjan hjá ALS hevur givið nakað úrslit?

 

6. Metir landsstýrismaðurin, at Arbeiðsloysisskipanin verður rikin á ein búskaparliga burðardyggan hátt?

 

Í viðmerking vísir løgtingskvinnan til svarið, hon fekk upp á § 52a fyrispurningin, hon setti tann 15. september 2017, hví lønarútgjaldingarnar hjá ALS vóru so høgar, tá arbeiðsloysið lækkar. Tá svaraði Henrik Old, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, at:

 

"Tá... umsóknir um arbeiðsloysisstuðul minka, so verður arbeiðsorkan á ALS nýtt til aðrar uppgávur ístaðin. Dømi um tað er, at eftirlitið hjá ALS er broytt og styrkt, har málsviðgerarnir nú eru partur av eftirlitsarbeiðinum."

 

Svarið kann valla skiljast øðrvísi enn, at Arbeiðsloysisskipanin hevur sett fleiri eftirlitsfólk til at halda eyguni við færri arbeiðsleysum. Sagt á annan hátt, so verður størri orka avsett til eitt arbeiði, sum minkar. Hetta ljóðar bæði irrationelt og ineffektivt. Tí verður eisini spurt, um inngjaldið ikki kundi verið brúkt betur, ella best, um tað minkaði eitt sindur, so føroyski skattgjaldarin fekk tað lættari.

 

 ALS hevur havt stórar fíggjarligar avbjóðingar seinastu árini. Eginognin lækkaði úr 714 mió. kr. við árslok í 2009 niður í slakar 307 mió. kr. við árslok í 2013.

 

Tí mátti Løgtingið hækka lógarkravda gjaldið úr 1% til 1,25%, innføra longri karenstíð og enntá lækka útgjaldið við 2.500 kr. um mánaðin. Føroyski arbeiðstakarin hevur tikið ábyrgd og verið við til at venda neiligu gongdini. Kortini er tað nógv, ið bendir á, at ALS ikki hevur lært nakað, tí fyrisitingarútreiðslurnar eru alt ov høgar.

 

Ístaðin fyri at laga arbeiðsbyrðuna eftir lækkandi arbeiðsloysinum, verða nýggj eftirlitsstørv sett á stovn.

 

– Hetta er óskiljandi, og tí verða fyrispurningar settir fyri at fáa greiða á hesum, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.