Leita á in.fo

Barbara Holm 20.03.2017 (13:18)

Skattamálið: Ógvuliga óheppið

Fríggjadagin segði Torben Nielsen, nevndarformaður í Eik, at fekk hann ikki eina góða frágreiðing frá Súna Schwartz upp á avdúkingina í Vikuskiftis Sosialinum, so varð hann noyddur at leggja frá sær. 

 

 

Tað kann tó undra, at nevndarformaðurin má leggja frá sær heldur enn at koyra stjóran til hús, men serstaka samansetingin av TF Holding samtakinum ger, at Súni Schwartz Jacobsen bæði er yvir og undir Torben Nielsen í bygnaðinum. 

 

 

Tí TF Holding eigur 100 prosent av Eik Banka, og stjórin í TF Holding er Súni Schwartz. Samstundis er Schwartz eisini stjóri í Eik Banka. Tí hevur Torben Nielsen einans møguleikan at fara, um hann ikki fær tað hann eftirlýsir. 

 

 

Bygnaðurin í TF Holding hevur mangan verið til umrøður bæði politiskt og í miðlunum. Og í næstum fer Poul Michelsen, vinnumálaráðharri, at leggja uppskot fyri tingi, sum júst nemir við bygnaðin í TF Holding. 

 

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður sigur í viðmerking við in.fo í morgun, at uppskotið kemur í tingi í vár. 

 

 

- Eg haldi bygnaðurin er óheppin, sigur løgmaður í stuttari viðmerking til avdúkingina í Sosialinum.