Leita á in.fo

Myndina eigur Børsen

Barbara Holm 19.03.2017 (12:13)

Skattamálið: Ógvuliga ómoralskt

- Eg síggi ikki hetta málið sum beinleiðis kriminelt, tí Eik ikki er ein børskrásett fyritøka. Men kortini er tað meira álvarsamt enn sjálvt skattamálið, tí hetta vísir, at leiðslan ikki hevur røkt sínar skyldur mótvegis eigarunum av bankanum, sigur Lars Krull, seniorráðgevi í deildini fyri økonomi og leiðslu á Aalborg Universiteti, sum hevur fylt skattamálinum hjá Eik.

 

 

- Tað eru nógvir pengar vit tosa um, og tí átti nevndarformaðurin at kunnað allar parteigarar um niðurstøðuna, sigur Lars Krull.

 

Víðari heldur hann, at hetta er ein so mikið stór upphædd, at hon ávirkar prísásetingina av partabrøvum í bankanum – ein veruleiki, sum ávirkaði Fíggjarligt Støðufesti á heysti 2015, tá ið TF Holding keypti tey seinastu 30 prosentini av bankanum.

 

 

Svikið handilspartarnar

Tá ið keyparin situr við upplýsingum, sum seljarin ikki veit av, so er tað í besta føri ein ómoralsk gerð.

 

- Vit eru her úti í einum kjakið um etikk og cooporate governance, og tí er tað ikki neyðturviliga nakað ólógligt í hesum, men mær dámar tað bestemt ikki, sigur Lars Krull og heldur fram.

 

 

- Tað er sera óheppið, um ein handil ikki verður bygdur á púra opið og erligt samskifti. Tí eitt er, at man kann argumentera fyri, at hetta málið var so gamalt og tí hevði tað ikki týdning at upplýsa um júst tá. Men veruleikin er nokk, at hetta málið hevur beinleiðis ávirkan á virðisásetingina av partabrøvinum, sum vórðu handlað, sigur Lars Krull.

 

 

 

Keldur hjá Sosialinum upplýsa, at Fíggjarligt Støðufesti var til reiðar at leggja endurgjaldssak, um so var, at Taks ikki broytti meining um goodwill á 90 milliónir.

 

 

Og tað er ikki ósannlíkt, um tú spyrt Lars Krull.

 

 

- Um tað vísir seg eftir ein handil, at ein av pørtunum hevur hildið aftur upplýsingar, sum hava beinleiðis ávirkan á virðisásetingina, so er eingin ivi um, at ein sak um endurgjald vildi verið aktuell, sigur danski serfrøðingur og heldur fram.

 

 

- Um so er, at man hevur afturhildið niðurstøðuna hjá Taks við tí fyri eyga at fáa ein betri prís upp á partabrøv, so hevur man brotið sína upplýsingarskyldu yvirfyri parteigaranum, sigur Lars Krull.