fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 9.3m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 20.03.2017 (15:45)

Skattamálið: Rokningin skuldi ikki til skattgjaldaran

- Tað skuldi ikki vera soleiðis, at tá vit endurskipaði Eik Banka, at fólk seinni kundu siga, at vit høvdu sent rokningina víðari til føroyska skattgjaldaran. Tað er lagnunnar speisemi, at nýggju eigararnir, TF Holding, sum er átt av føroyingum, ikki er bundið at taka somu atlit, sigur Jørn Astrup Hansen, fyrsti stjórin í nýggja Eik Banka og fyrrverandi nevndarlimur í bankanum í sendingini Skattamálið II, sum verður send beint eftir Dag og Viku í kvøld.

 

Fyrrverandi bankastjórin greiðir frá, at tað var í stóran mun orsaka av hansara upplivingum í nítiárunum, at hann vildi taka hesi atlit. Tá var eisini nógv kjak um hvussu ein skuldi fíggjarliga fordeila tapið frá bankunum, sum tá fóru av knóranum.

 

- Um ein byrða upp á 90 milliónir síðani var førd yvir á føroyska skattgjaldaran, so kundi man av røttum sett spurnartekin við, hvat Fíggjarligt Støðufesti og leiðsla bankans, tað vil siga eg, gjørdu, tá vit endurreistu bankan. Men hjá okkum var ongantíð nakar ivi, sigur Jørn Astrup Hansen. Tapið upp á hálva milliard lá í gamla bankanum, sum Fìggjarligt Støðufesti yvirtók og ikki í nýggja Eik banka.

 

Sendingin, Skattamálið II, verður í Kringvarpinum klokkan 19.20, beint eftir Dag og Viku.