Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 11.09.2017 (09:29)

Skeyt við byrsu inn í eini hús í Hoyvík

Seinnapartin í gjár ringdi ein hoyvíkingur til løgregluna og boðaði frá, at ein rútur ú húsunum var brádliga farin í smildur, og at tað ljóðaði sum eitt byrskuskot.

 

Tá ið løgreglan kom á staðið, sóu tey ein mann ganga við byrsu og tey fingu hana frá honum. Maðurin var rættiliga ávirkaður og hann varð tikin á støðina, men tað hevur ikki borið til at avhoyra hann fyrrenn nú.

 

Løgreglan sigur, at hann læt bara hetta eina skotið av, men tað eru ongar ábendingar um, at hann hevur roynt at raka nakran, ella hevur ligið nøkrum eftir lívinum, sigur løgreglan.

 

Maðurin við byrsuni er vælkendur av løgregluni. Tey vita eisini, at hann eigur vápn og hann hevur somuleiðis vápnaprógv, og byrsan hann skeyt við, var ein vanlig høglbyrsa.

 

Løgreglan kannar nú møguleikan fyri at leggja halda á byrsuna, og møguleikin verður eisini kannaður fyri at taka vápnaloyvið frá honum.

 

Maðurin er skuldsettur fyri at hava sett lív og heilsu hjá øðrum í váða av grovum fyrilitarloysi.