fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.8m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 21.03.2017 (10:24)

Skifta stjórar í TF Samtakinum í dag

Í morgun hevur TF Samtakið broytt samleika til Betri og seinni í dag verða nýggju stjórarnir í samtakinum kunngjørdir. 

 

 

Eik Banki hevur broytt navn til Betri Banki, Tryggingarfelagið Føroyar til Betri Trygging og TF Holding eitur nú Betri P/F. 

 

 

TF samtakið hevur av álvara verið í andglettinum seinasta árið í samband við skattamálið og enn eru ikki allar súðir syftar. Tí bráðfeingisstjórin á Taks, sum er settur at kanna skattamálið, kann enn senda málið víðari til ákæruvaldið. Tað kom greitt fram í sendingini skattamálið í kringvarpinum í gjár, har Kristina Háfoss gjørdi greitt, at metir Bárður Larsen, at tað málið skal sendast ákæruvaldinum, so verður tað gjørt. 

 

 

 

Hvussu er og ikki, so fara fyritøkurnar undir TF Holding - nú Betri - at skifta stjórar í dag. Júst hvat tað merkir er ógreitt, men í Tryggingarfelagnum er eingin stjóri settur fyri Regin Hammer, sum varð frákoyrdur í fjør summar, og tí hevur verið væntandi, at ein nýggjur stjóri var ávegis har. Spurningurin er so, um Eik banki skiftir stjóra. Sum skilst verður Súni Schwartz Jacobsen í øllum førum stjóri í móðurfelagnum, Betri P/F. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her