Leita á in.fo

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur nú lagt nýggja uppskotið fyri tingið

Sólvit Nolsø 14.09.2017 (15:18)

Skiftistíðin fer upp í seks ár

Uppskotið til lóg um sjófeingi hevur millum annað sum endamál, einans at hava feløg skrásett í Føroyum sum eigarar av føroysku reiðaríinum. Lógin í dag sigur, at útlendsk feløg kunnu eiga upp til ein triðing av einum føroyskum felagið í fiskivinnuni.

 

Gamla uppskotið legði upp til, at útlendsku feløgini skuldu fáa eina skiftistíð á fýra ár at laga seg til broyttu treytirnar. Tað merkti, at 1. januar í 2022 skuldu tey verða úti. Tað vísti seg tó, at hetta var ikki so einfalt at gera. Millum var tað í stríð við Hoyvíkssáttmálan at gera mun á føroyskum og íslendskum feløgum og tí kundu tey ikki fáast út. Eisini var hildið, at fýra ár var ein órímiliga stutt tíð at fáa tað avgreitt.

 

Henda reglan er broytt í nýggja uppskotinum. Nú er skiftistíðin seks ár at laga seg til nýggju treytirnar. Tað vil siga, at 1. januar 2024 skulu útlendsku feløgini verða úti. Persónar og feløg, sum er fevnd av Hoyvíkssáttmálanum fáa tó eitt ár afturat. Tað vil siga, at tey skulu verða úti úr føroysku fiskivinnuni í seinasta lagið 1. januar 2025.

 

Samgongan sigur, at endamálaið er fyrst og fremst at forða fyri, at ræðisrætturin og stýringin av føroysku fiskivinnuni fer av landinum, eins og møgulig yvirskot skulu verða tryggjaði at enda í Føroyum og koma føroyska samfelagnum til góðar.