Skinka – turkað í Føroyum fær toppkarakter

Kendi slaktarin í Danmark, Jens Munch, er sera væl nøgdur við úrslitið av at turka skinku í Føroyum.

Kendi slaktarin í Danmark, Jens Munch, er sera væl nøgdur við úrslitið av at turka skinku í Føroyum.

 

– Danska skinkan, sum er turkað í Múla, var sera væl móttikin, tá føroysku umboðini, Jóhan Mortensen og Jógvan Høj, vitjan hjá Danish Crown.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at hoyra, hvat kendi slaktarin í Danmark, Jens Munch, heldur um føroyskt-turkaðu skinkuna.

 

Jens Munch er kendasti slaktarin í Danmark, og virki hansara og handilin í Skagen eru sera kend.

 

– Vit komu í samband við hann gjøgnum Danish Crown, sum letur honum skinkur og hann til okkum, sigur Jóhan Mortensen.

 

– Hann legði okkum lag á og er enn mentor hjá okku. Hann trúði okkum ikki fyri sjey árum síðani, at tað bar til at turka í Føroyum, sigur Johan Mortensen.

 

– Men nú er hann sannførdur og bilsin og stórar um stóra potentiali í hesum. Tá handilsavtala okkara við ES verður broytt soleiðis, at vit kunnu útflyta slíkar vørur til ES, letur ein risa stórur marknaður seg upp. Og skinkuturking – og onnur turking í Føroyum – kann veruliga gerast ein munandi lønandi vinna. Jens Munch leggur dent á, at okkara skinka er unik og sera vælsmakkandi, sigur Jóhan Mortensen.

 

– Jens Munck sigur, at skinkan hjá okkum kann ikki sammetast við aðrar skinkur, og ho er unikk eftir 12-14 mánaðir í hjalli, sigur Johan Mortensen og leggur afturat:

 

– Jens Munch eisini var stórliga bilsin av væleydnaðu verkætlan okkara við at turka ost í Føroyum. Eisini har eru stórir møguleikar, sigur Johan Mortensen.

 

Niðanfyri síggja vit myndir av vitjan hjá føroysku umboðunum á sláturvirki hjá Danish Crown har Múlaskinkan verður skorin. Har arbeiða 800 fólk, og 44.000 grísar verða flettir hvørja viku. Á Danish Crown er tey sera væl nøgd við føroysku skinkuna og síggja stórar sølumøguleikar fyri henni í ES.