Skipa sorgarbólk fyri vaksin í Kvívík

Í næstum verður skipað fyri sorgarbólki í Kirkjustovu í Kvívík

 

Nógv, ið missa, fáa góðan stuðul og hava familju og vinir, sum lurta og eru um ein. Nógv kenna tó einsemi, sakn, máttloysi, vreiði, angist, skuldarkenslu, høpisloysi og sorg.

 

Í einum sorgarbólki hevur tú møguleika at tosa um alt hetta, sum kann tyngja. Tosa um tað, ið er torført og hugleiða um kenslur og tankar, sum tað kann vera torført at tosa við tey nærmastu um. Í einum sorgarbólki sleppur tú at siga tína søgu og at hoyra, hvussu onnur hava tað. Her finnur tú stuðul og sleppur at seta orð á sorgina, sum kann koma, tá vit missa ein, ið stóð okkum nær.

 

– Sorgarbólkurin møtist átta ferðir og hevur heima í Kirkjustovu í Kvívíkar kirkju. Vit møtast fyrstu ferð mánadagin, 9. apríl kl 17:30, siga leiðararnir Elisabeth Akursmørk, psykoterapeut og Gudny Magnussen, psykoterapeut, sum báðar hava royndir við sorgarbólki og Maria Jørðdal Niclasen, prestur.

 

Tann sum hevur spurningar ella ynskir at luttaka í sorgarbólki kann ringja til Mariu Jørðdal Niclasen á telefon 237349.