fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.4m/s

Leita á in.fo

Trýst á pílin undir myndini, og hoyr samrøðuna við Eilif Gaard.

Mortan Østerø 19.08.2017 (11:30)

Skipanin hevur ongantíð riggað væl

Havstovan er ikki bilsin, um, at teirra tilmæli ikki vóru fylgd, nú Fiskidagarnir vóru samtyktir.

 

Í gjár samtykti Løgtingið, at samlaða fiskidagatalið fyri alt fiskiárið verður ásett at galda frá 1. september til 31. desember 2017.

 

Sostatt vórðu tilmælini frá Havstovuni um at skerja fiskidagatalið og at taka óbrúktar fiskidagar úr skipani, sett til síðis.

 

- Hatta hevur verið so ofta fyrr, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, ið ikki er bilsin.

 

Sambært honum hevur skipanin ongantíð veruliga virkað serliga væl, tí hon ásetir fiskidagarnar politiskt, heldur enn at verða umsitin á annan hátt.

 

- Tað klókasta at gera, er at hyggja frameftir og leggja okkum eftir at fáa eina skipan sum riggar og hoyrir allar partar, sigur Eilif.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her