Fiskiskapurin eftir svartkjafti er í hæddini vestan fyri Írland. Her er tað norska uppsjóvarskipið, MS Kvannøy, sum hevur gjørt eitt stórt hál. Myndina eigur MS Kvannøy.

Skipini rokast á svartkjaftaveiði sunnanfyri

Norski svartkjaftaflotin hevur longu fiskað ein triðing av ES-kvotuni, og svartkjaftavertíðin vestan fyri Írland er í hæddini. 

Fiskiskapurin eftir svartkjafti er í hæddini vestan fyri Írland. Her er tað norska uppsjóvarskipið, MS Kvannøy, sum hevur gjørt eitt stórt hál. Myndina eigur MS Kvannøy.

Heimasíðan - www.kystmagasinet.no - veit at siga, at norska svartkjaftakvotan í ár er á 390.902 tons, harav kvotan í ES-øki er á 198.000 tons. 

 

Av hesum hevur norski uppsjóvarflotin fiskað tey 70.645 tonsini.

 

Norges Sildesalgslag veit at siga, at fleiri norsk skip aftur hava sett kós móti ES-øki, og talið av norskum skipum um hesar leiðir liggur millum 16 og 18.

 

- Fleiri av skipunum siga frá góðari veiði og stórum nøgdum av svartkjafti. Men, veðrið hevur verið avbjóðandi. 

 

Sum skilst á www.kystmagasinet.no hava nøkur norsk uppsjóvarskip eisini landað í Killybegs í Írlandi, har skipini fyrst hava bíðað eftir landingartørni í nakrar dagar.

 

Sagt verður, at svartkjaftur er yvir stór økir á leiðini, og tá fiskiskapurin hevur eydnast best, hevur gingið skjótt at fingið upp í lastina.

 

 

 

Fiskiskapurin eftir svartkjafti er í hæddini vestan fyri Írland. Her er tað norska uppsjóvarskipið, MS Kvannøy, sum hevur gjørt eitt stórt hál. Myndina eigur MS Kvannøy.