Leita á in.fo

- Alt bendir á, at tíðliga á sumri í 2019 verður seinasta skotið latið av í Eysturoyartunlinum, sigur Teitur Samuelsen.

Vilmund Jacobsen 16.03.2018 (22:56)

Skjótt opið millum Strendur og Toftir

Spenningurin er stórur, nú Føroya størsta verkætlan nakrantíð er í gongd, og verkætlanin eftir øllum sólarmerkjum at døma gongur júst, soleiðis sum hon skal.

 

- Soleiðis, sum gongdin er og hevur verið, vænta vit, at seinasta skotið úr rundkoyringini undir havbotninum á Skálafjørðinum og niðan í Saltnes verður latið av í endanum av hesum árinum ella allar fyrst í komandi ári.

 

Hetta merkir, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur-og Sandoyartunlar, at tá verður í prinsippinum eisini koyrandi millum ytru endarnar av Skálafjørðinum, Strendur og Toftir.

 

Tunnilsstjórin sigur, at í løtuni bendir alt á, at longu tíðliga næsta summar - í 2019 - verður seinasta skotið latið av í Eysturoyartunlinum.

 

Tá verður opið heilt av Strondum og Saltnesi til rundkoyringina undir Skálafirði og haðani yvir á Hvítanes.

 

- Í løtuni eru umleið 500 metrar millum boringina móti Saltnesi og boringina móti Hvítanesi, og hesin teinur veksur fyri hvønn dag sum gongur.

 

Teitur Samuelsen vísir á, at tá borivognurin hevur borað annan vegin, verður løtt í tey holini, og meðan teir løða, verður borað hinvegin aftur. Soleiðis hevur sami borivognur verið brúktur í báðum boringunum.

 

- Borivognarnir koyra á hjólum, og tað gongur skjótt hvønn vegin, sigur stjórin í P/F Eystur-og Sandoyartunlar.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her