Skjóttgangandi bátur sigldi á sandriv

- Tað var myrkt, men her var einki illgrunavert, og maðurin kom trygt til lands aftur, veit løgreglan at siga í morgun.

 

Um midnáttarleitið í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bátur hevði siglt á okkurt á leiðini norðan fyri brúnna um Streymin.

 

- Tað vísti seg, at hetta var ein skjóttgangandi bátur, og hendingin var farin fram beint norðan fyri Nesvík.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at talan var um ein staðkendan mann, sum hevði siglt á ein sandriv, og her stóðst eingin vandi av hendingini.

 

- Tað var myrkt, men her var einki illgrunavert, og maðurin kom trygt til lands aftur, veit løgreglan at siga í morgun.