Árni Dahl 04.10.2018 (17:58)
Skommin er stór
Í eini tjóð, sum tekur seg sjálva í álvara, og sum vil verða tikin í álvara, er eitt tjóðleikhús.
Danir fingu sítt í 1748. Sviar fingu sítt í 1788. Norðmenn fingu sítt í 1899. Íslendingar fingu sítt í 1950.
Føroyingar hava ein tjóðpall – men einki tjóðleikhús.
Tað eru 270 ár síðani danir fingu sítt tjóðleikhús
Tað eru 230 ár síðani sviar fingu sítt tjóðleikhús
Tað eru 119 ár síðani norðmenn fingu sítt tjóðleikhús
Tað eru 68 ár síðani íslendingar fingu sítt tjóðleikhús
Í strembanini hjá grannunum fyri vestan finna vit hesa staðfesting longu í 1915, og tað er neyvan fyrstu ferð, at hesi orð eru søgd:
“Leikhúsið sameinir í sær allar listagreinir. Tað er evsta mentanarstigið í hvørjum landi."
Og tá ið húsið varð vígt í 1950, segði landsins mentamálaráðharri:
,,Eg taki ímóti hesum húsi og avhendi tjóðini tað til ognar við tí ynski, at her skal hon kunna skoða sjálva seg í listarinnar spegili - og at her man javnan fara at loga tann halgi mentanar- og mannvitseldur, sum hvør tjóð hevur áneyðir á, skal hon røkka sonnum framburði."
Tá ið danir, sviar og norðmenn fingu síni tjóðleikhús, ber neyvan til at tala um partapolitikk. Tá ið íslendingar fingu sítt, tók øll politiska skipanin undir – frá flokkinum ytst á høgra veingi til flokkin ytst á vinstra veingi.
Og at sami hugburður ráddi her hjá okkum um sama mundið, hava vit góða ábending um, tá ið Havnar sjónleikarfelag í 1955 við íslendskari leikstjórn setti á pall stórverkið hjá John Steinbeck “Mýs og menn”. Tá taldust millum berandi kreftirnar sambandsblaðstjórin Georg Lindenskov Samuelsen, fólkafloksblaðstjórin Knút Wang og tjóðveldismaðurin Fraser Eysturoy.
Nú stívliga seksti ár seinni eigur Tjóðleikhúsið at vísa seg ongan góðan millum politikarar í nøkrum flokki. Tíðirnar eru góðar, og peningur verður játtaður til bæði líkt og ólíkt. Men Tjóðleikhúsið kemur ikki á fíggjarlógina, hvør ið so ræður fyri borgum.
Hetta er bæði synd og skomm.
Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á
red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum –
trýst her
Mest lisið
Ein býarmynd farin: Johan Restorff deyður |
|
Gullak Madsen tjenti fjórðings milliard í fjør |
|
- Eg skilji ikki eg yvirlivdi |
|
Hetta er ein sterk søga at fortelja útlendingum |
|
Liverpool er í stórum trupulleikum |
|
Elia Enghamar maskottur á Anfield |
|
Eysturskúlin í Havn fingið nýggjan stjóra |
|
Happarar mugu gjalda 2,2 miljónir |
|
Gongur illa at avgreiða eitt mál sum stór ósemja er um |
|
Fekk nýggja nøs í føðingardagsgávu |
|
Fekk Henrik Old sín vilja hevði tað sæð øðrvísi út |
|
Góð milljard leyp av í fjør |
|
Hagen-málið: Geva seg ikki til kennar |
|
Hevði Breivik sum fyrimynd: Ætlaði at drepa frá hond í USA |
|
Ætla at ala krækling |
|
Ein nýggjur Markus |
|
Noyðast at bíða í átta ár eftir at fáa tunnil |
|
Sonni fingið nýtt starv |
|
Føroyar steingja fyri ferðafólk vegna varðveiting |
|
Tað passar ikki at ferðafólkaskip dálka so illa |
|
Unga Sjálvstýri nýggja nevnd |
|
Fongslaður í tvær vikur fyri harðskap |
|
Vilja hava pengar til fýra hassj-hundar afturat |
|
Jarnbrúdleyp: Danjal og Aslaug gift í 70 ár |
|